Hjem   |  Prosjektet   |  Hjelp   |  Takk til   | Tips   | Kontakt oss   |

 Folkeminnesamlingen

 Kulturkalender

 Billedgalleri

 Lenk denne siden

 Ekstra
 Send postkort


 Våre andre sider:


 Foreningen Forn Sed

 Medieomtaler

 Ni Heimer
 

 

Nykur
Af V. U. Hammershaimb. ANTIQUARISK TIDSKRIFT, UDGIVET AF DET KONGELIGE NORDISKE OLDSKRIFT-SELSKAB 1849 – 1851

Nykur er sum ross til útsjóndar, men til støddar sum stórur hundur. Hann býr í vøtnum, helst uppi millum fjalla. Hann hevur ógvuliga langan hala, sum ikki sleppur tí, ið nertur við hann; tá ið hann kann lokka fólk at nerta við halan, rennur hann burt við teim, og steðgar ikki sínari ferð, áðren hann er komin niður á botn í vatninum; eingin sleppur aftur frá honum. Teir hava havt hann at draga stórt grót oman úr fjøllum, í Húsavík og á Eiði; men hvørt kvøld mega teir spýta á bakið og rista kross á hann; annars fer hann burtur. Nykurin kann at skapað seg líkan øllum fýrføttum djórum, uttan stiklið á veðurlambshornið kann hann ikki skapa á seg.

 Øverst på siden

Foreningen Forn Sed 1999-2002