Hjem   |  Prosjektet   |  Hjelp   |  Takk til   | Tips   | Kontakt oss   |

 Folkeminnesamlingen

 Kulturkalender

 Billedgalleri

 Lenk denne siden

 Ekstra
 Send postkort


 Våre andre sider:


 Foreningen Forn Sed

 Medieomtaler

 Ni Heimer
 

 

Marmennil
Af V. U. Hammershaimb. ANTIQUARISK TIDSKRIFT, UDGIVET AF DET KONGELIGE NORDISKE OLDSKRIFT-SELSKAB 1849 – 1851

Marmennil líkist fólki, men er tó heldur minni; fingrarnir á honum eru langir; hann livir á havsbotni og ger útróðrarmonnum mein við at bíta agnið av onglunum og seta fast í botn, so teir mega slíta snørini; tá ið hann verður krøktur, er hann so handafimur, at hann kann at loysa teymarnar undan snørinum. Annfinnur bóndi í Elduvík var tó so heppin á sinni at krøkja ein marmennil í hondina, men við aðrari hondini kundi hann ikki loysa teymarnar frá, og ikki var hann mentur at slíta. Annfinnur dró hann upp, og risti kross á hann, tá ið hann var komin upp undir borðið á bátinum; annars mundi bóndin ikki hava fingið hann inn í bátin til sín. Hann hevði henda marmennil heim við sær, og goymdi hann í orninum, men ikki vildi hann eta annað enn øgn. Annfinnur mátti minnast til hvørt kvøld at rista kross í øll fýra horn á orninum, hvar marmennil sat. Teir tóku hann við sær, tá ið teir fóru til útróðrar; ei heldur máttu teir gloyma at krossa hann, (tá) ið teir høvdu tikið hann inn í bátin. Hann settist at læða og spæla í bátinum, tá ið teir komu yvir fiskatorra; mennirnir kastaðu tá niður, og væl fiskaðist, helst tá marmennil drap fingurin niður í sjógvin. Annfinnur hevði hann í langa tíð hjá sær, men eina ferðina hevði hann gloymt at rista kross á hann í bátinum; tá ið teir vóru komnir væl frá landi, smoygdi marmennil sær út fyri borð og fór undir kav; tað er vituligt, at hann sást ikki aftur.

 Øverst på siden

Foreningen Forn Sed 1999-2002