Hjem   |  Prosjektet   |  Hjelp   |  Takk til   | Tips   | Kontakt oss   |

 Folkeminnesamlingen

 Kulturkalender

 Billedgalleri

 Lenk denne siden

 Ekstra
 Send postkort


 Våre andre sider:


 Foreningen Forn Sed

 Medieomtaler

 Ni Heimer
 

 

Risin og Lokki
Kilde: Jakob Jakobsen, Færøske Folkesagn og Æventyr.

Ein risi fór burtur at fáa sær húskadl og kom attur við einum, sum nevndist Lokki. Risin biður húskadlin fara og taka ein oksa til døgurðarmats; men Lokki sigir, at hann fer ikki, uttan hann tekur adlar oksarnar sum eru.
Nei, tað má hann ikki, sigir risin: tí so vera teir í uppisetri og eiga einki at eta. Teir skulu báðir fara, sifir hann. Komnir út í hagan, taka teir ein oksa og drepa. Risin skal bera kroppin og Lokki høvdið; men Lokki orkar neyvan at bera tað heldur. Risin biður hann ganga undan; men hann sigir nei: vil risin ikki ganga undan sjálvur, so rímir hann frá honun. Risin fer undir oksakroppin, og meðan tekur Lokki og leggur høvdið uppá oksan og setur seg sjálvan omaná. Nú er tungt kjá risanun, og hann er um at signa. Hann spir Lokka, kvussu honun gongst. Lokki sigir, at hann er so kaldur: hann fær ikki sveittan út. Ja, sigir risin: so verður tað skjótt, at hann verður sterkari. Tá ið teir koma til hús, loypur Lokki so kvikur niður av, at risin veit av ongun. So fletta teir oksan og skulu kóka hann; men nú er einki torv, og teir verða at fara ettir viði til at brenna. Risin biður húskadlin fara; men hann sigir, at, um hann fer, so tekur hann ødl trøini.
Hetta vil risin ikki. So fara báðir avstað og høgga kvør sítt træið, risin eitt stórt og Lokki eitt lítið; men tó orkar Lokki ikki at bera. Risin biður Lokka ganga undan; men hann sigir nei. Í tí at risin fer undir træið, leggur Lokki sítt omaná og setur seg sjálvan ovast. Tá ið risin hevur gingið nakað, sigir hann, at hann er so pøstur, og spir Lokka, um hann er ikki pøstur eisini. Nei, sigir Lokki: hann kennir ikki til møði - hann er so kaldur og kann ikki fáa sveittan út. "Fjør mítt, so ert tú sterkari enn egg nú." Tá ið teir eru komnir at húsun, loypur Lokki so kvikur niður av, og báðir at klúgva viðin sundur. Nú er einki vatn. Kvør avstað við sínari tunnu, fidla vatn í og fatla tær. Risin vil uppattur hava Lokka at ganga undan; men hann sigir nei. Tá ið risin hevur fingið tunnuna uppá bakið, hevur Lokki sina tunnu omaná risans og seg sjálvan ovastan. Ogvuliga tungt er kjá risanun; hann orkar idla at bera og væntar sær ikki at koma fram. Hann spir Lokka, um tað er ikki tungt kjá honun; men Lokki sigir, at hann følir aldrig til: hann er so kaldur og fær ikki sveittan út. Tá ið teir eru komnir at húsun, loypur Lokki niður av, og báðir at lata upp ivir. Nú ið potturin fer at kóka, tekur fløt at renna omaná. Risin ger striku við sleivini mitt ígjøgnun løgin til mark: kvør skal eiga sínumegin. So tekur kvør sín drill at drepa niður i fløtið. Lokki koyir vatn í eldin, har sum hann sjálvur situr, at fløtið skal renna til sín. Risin spir, kvussu tað ber til, at einki fløt er sínumegin. Tað ger tað, sigir Lokki, at hann leggur ov lítlan við á eldin, har sum hann situr: tað kókar ov lítið kjá honun. Risin koyrir alt meira og meira við inn undir pottin, so tað spruttkókar hansaramegin, og alt fløtið rekur ivir til Lokka. Idla hugnar hetta risanun. Tá ið kókað er, fidla teir kjøtið upp í eitt trog. Risin biður Lokka bíta kjøtið sundur í tveir partar. Lokki sker alt kjøtið uttan av og leggur so beinini í annan partin og kjøtið í annan, men breðir ein stóran feitan bita út ivir beinini og biður so risan taka. Nú eru stjødnur í risanun, tá ið hann krámar ettir tí feita partinun. Lokki er fróður, nú ið hann fær alt kjøtið; men einki er um risan, tí hann fær ov lítið. Lokki beinir firi tí, sum av loypur kjá sær. Siðan leggjast teir og sova í hópi báðir, Lokki ovari og risin fremri. Tá ið risin er sovnaður, skotar Lokki hann fram á gólv. Risin vaknar og loypur attur í songina at berja Lokka, koyrir hann fram úr og leggst sjálvur attur. Lokki ger ikki vandari enn, at hann drepur hanan kjá risanun og setur seg sjálvan uppá vaglið í durunun at gala. Risin heldur tað vera uppfaringartið - altíð var hann vanur at fara upp, tá ið hanin gól. Hann fer fram og uttar í dir; men Lokki hevur gløtt jadnstong í eldinun og rennir í eygað á honun, so hann doyr. Síðan tók Lokki alt, í hedlinun var, og fór heim attur til sín sjálvs.

 Øverst på siden

Foreningen Forn Sed 1999-2002