© 2018 FORN SED NORGE

  • Facebook - White Circle
  • fornsednorge

Gátu ríma

Fra: FÆRÖISKE KVÆDER af V. U. Hammershaimb. Schrøters optegnelse


1. Gestur villur frá høllini gongur, blindur er hann og fáur, møtir hann einum gomlum manni, allur í hærum gráur.

2. Møtir hann einum gomlum manni, allur í hærum gráur: „Hví ert tú, Gestur blindi, villur, hví ert tú so fáur"?

3. "Tað er ei so undarligt, at eg eri tungur til máls: illa volda gátur mær, í morgin missi eg háls.

4.

Tað er ei so undarligt, at eg eri fáur og stríður, illa volda gátur mær, í morgin missi eg lív".

5.

"Hvussu mikið reyðargull vilt tú geva mær, inn gangi eg fyri Heiðrik kong og gátur kenni har"?

6. "Tólv merkur í reyðargullii, tað skal vera títt, gongur tú inn fyri Heiðrik kong og loysir høvur mítt".

7. "Far tú tær í grasgarðar og ráð fyri tínum bú, eg skal mær fyri Heiðrik kong og gátur kenna nú".

8. "Tríati eru gáturnar, git mær eina av teim: (hvussu eitur sá reyða trumma, ið slær yvir allan heim"?)

9 ("Vita man eg gátuna, eg giti tað fyrstu av teim:) toran eitur sá reyða trumma, ið slær yvir allan heim".

10. "Hoyr tú Heiðrik, kongur mín, hvar veitst tú teir grannar: ganga báðir um einar dyr, og hvørgin kennur annan"?

11. "Hugur mín og hugur tín teir eru eingir grannar, ganga báðir um einar dyr, og hvørgin kennir annan."

12. "Hoyr tú Heiðrik, kongur mín, hvar veitst tú teir brøður: liggja úti á útskerum og hava ei faðir og móður"?

13. "Eystfall og vestfall, mega væl kallast brøður: liggja úti á útskerum og hava ei faðir og móður".*

14. "Hoyr tað Heiðrik, kongur mín, hvat man tað nú vera: bleytt sum dún og hvítt sum fonn og hart sum hornið harða"?

15. "Hoyr tú tað, Gestur blindi, eg gátuna kenna man: sjógvurin er bæði bleytur og harður, hvítt stendur brim á land."

16.

"Hoyr tú Heiðrik, kongur mín, hvar veksur sá viður: rótin horvir til himmals upp, og skarið horvir niður?"

17. "Glerpípan í homrum uppi, hon er eingin viður, rótin horvir til himmals upp, og skarðið horvir niður."

18. "Hoyr tú Heiðrik, kongur mín, hvar veitst tú teir skógvir, høgdir verða á hvørji helgu, er tó viður nógvur?"

19. "Skeggið er á hvønns manns høku, tað er eingin skógvur, rakað verður á hvørji helgu, er tó viður nógvur."

20. "Hoyr tú Heiðrik, kongur mín, hvar beitst tú teir brøður: vaksa báðir í eini høll, hvørki hava faðir ella móður?"

21. "Torvkongul og brennistein, teir eru einir brøður, vaksa upp í eini høll og hava ei faðir ella móður."

22. "Súgvin gongur til sína skemmu, glymur á grønari grund, galtar grynta, grísar stynja hvør av sínum munni."

23. "Vita man eg gátuna, eg sigi tað alvæt satt: hamari er í hvørjari smiðju, hann fellur rætt og slætt."

24. "Vita man eg gátuna, er mær á tí hól: Óðir ríður sínum hesti bæði á land og sjó."

25. "Vita man eg gátuna, eg fari ei við tí hátt: Óðin ríður sínum hesti bæði um dag og nátt."

26. Óðin gjørdist villini fuglur, fleyg sær út úr høll, brendist inni Heiðrik kongur og harhjá hirðin øll.

27. Óðin gjørdist villini fuglar, fleyg sær út á hav, brendi inni Heiðrik kong og alt tað lið, har var.