Af V. U. Hammershaimb. ANTIQUARISK TIDSKRIFT, UDGIVET AF DET KONGELIGE NORDISKE OLDSKRIFT-SELSKAB 1849 – 1851.
Sæneyt ella sækýr eru líkar øðrum kúm at síggja, men tær mjólka nógv betur; fólk vilja tí fegin hava hesar kýrnar. Stundum finnast tær trettandu nátt í fjósinum hjá hinum neytunum; verður krossur tá ristur á bak teirra, verða hesar sækýrnar standandi har hjá hinum. –
Trettandu nátt finnast eisini huldukýr stundum í fjósunum, men tær vil eingin hava, tó at tær mjólka væl, tí huldufólkini vildu væl hevnt tað aftur. Hesar kýrnar eru eyðkendar frá sækúnum, tí at tær venda høvdinum upp móti fjallinum, men sækýrnar móti sjónum. Huldufólkini hava mong neyt, sum ganga í haganum hjá hinum neytunum. Huldukonan í Dali sat og taldi kýr sínar, so maður hoyrdi:
Eg sat mær á heygi við Rumlu og Reigju, har hoyrdi eg Huppilin gella; oman skríða Hákur og Krákur; kenni eg Kinu langs spina, Íla og Ála, Eskja og Kála, Geita og Grana, Flekka og Fræna; Hildan stjarna er kend fyri mær: Gullgríma og Oksakolla; mist havi eg Grímuna gráu, stytstu og lágu; komnar eru kýr okkar allar. Stynjandi gongur hon Brynja aftast í hølunum á øllum.
Comments