top of page
  • Forfatterens bildefornsednorge

Sita á Kjørbreyt

Oppdatert: 27. jun. 2018

Af V. U. Hammershaimb. ANTIQUARISK TIDSKRIFT, UDGIVET AF DET KONGELIGE NORDISKE OLDSKRIFT-SELSKAB 1849 – 1851


Vilt tú verða ríkur, skalt tú ganga gomlu trettandu nátt út at sita á kjørbreyt, hvar fýra vegir ganga á kross, og ein av teim skal liggja at kirkjuni. Tú skalt taka grátt kálvskinn og hvassa øksi, leggja skinnið undir teg á breytina, so at halin á skinninum er vendur ímóti kirkjugøtuni, men andlit títt skal venda burtur frá henni. Tú skalt tá setast at brýna øksina, og hvat verður talað til tín, skalt tú ikki siga annað enn: ”Eg kvøki, eg kvøki”; og hvussu leikar um báðar liðir á tær, skalt tú ikki líta upp úr, uttan stara fast niður í øksina; tí annars verður ilt av tær. Fram ímóti miðnátt koma trøllini tysjandi úr øllum ættum, dragsandi gull og dýrar gripir, sum tey laða uttan um teg í stórum dungum og sýna tær, at royna at fáa teg at kveita upp undan; so fara tey at tala til tín, at skelkja og gálva og havast við allar atburðir.


Men hava tey ikki enn fingið teg at hyggja upp úr ella svara teimum aftur, so tríva tey um halan á kálvskinninum, og fara at draga tað burtur; tá ræður um at vera heppin og við øksini høgga halan av aftanfyri bak, tó so at einki skarð kemur í øksina; lukkast hetta, tá ert tú eydnumaður; tí tá hvørva trøllini hvørt í sína ætt, og tú ognast alt gullið og dýrgripirnar; men annars fáa tey makt yvir tær, og tú kemur tá ikki aftur heilur frá hesari ferð.

19 visninger0 kommentarer

Siste innlegg

Se alle

Skrujmsli Rujma.

Kilde: Lyngbye, Fær. qvæder:. 1. Teâ veâr um ajn aarla Morgun, Mee man rat um Minna, Bondin four aa Skogvin burt, Æpli o Aldan eât finna. Stevi. Vintirin lujur, Summarin kjemur, Jörin gers

Óðin í Ásgørðum (ella) Frúgvin Málníða.

A. Fra Suðuroy, afskrivning: J. H. Schrøter. 1. Geyti kongur á Upplondum, gevur í huga full, allur hansara borðbúnaði er av skínadi gull. 2. Geyti er á leikvøllum, talar við sínar dr

Lokka táttur.

Kilde; V. U. Hammershaimbs Færøiske Kvæder, det nordiske Litteratur-Samfund,København i 1851. 1. Bóndin og risin leikaðu leik, risin vann og bóndin veik. Hvat skal mær harpan undir míni hond,

bottom of page