top of page
  • Forfatterens bildefornsednorge

Óðin í Ásgørðum (ella) Frúgvin Málníða.

A. Fra Suðuroy, afskrivning: J. H. Schrøter.


1. Geyti kongur á Upplondum, gevur í huga full, allur hansara borðbúnaði er av skínadi gull.


2. Geyti er á leikvøllum, talar við sínar dreingir: "Hvar vita tygur mín javnlíka? Tað havi eg hugsað leingi."


3. Svaraði ein av sveinunum, honum stóð íhjá: "Best manst tú vita við sjálvum tær, hvør tín stár hugur á."


4. "Sá er eigin í verðini, mín stár hugur á, uttan frúnna Málníðu, kundi eg hana fá."


5. "Vænta tær tá, harra mín, konga døtur og jalla, ognast ta, ið annar eigur, tað man lukkast valla."


6. Hermóður gav henni gull og fæ innan á tí hól, hundrað merkur av reyðargulli fram á brúðarstól.


7. Hermóður rendi hesti sínum eftir víðum vølli, søkti ein reyðan drettnarring av tí grima trølli.


8. Hermóður blæs í lúður sín, vindur blæs after ímóti, har misti hann eygun síni av tí hvassa gróti.


9. Kongurin bindur upp boga sín, lystir út at ríða, hann kom niður av Upplondum, sum vegir lógu víða


10. Tað var sjálvur Geyti kongur heim í garðin fór, úti frúgvin Málníða, fyri honum stóð.


11. "Væl standin I, frúgvin Málníða, vil I lovast mær? Hundrað merkur í reyðargulli vil eg geva tær."


12. Kongurin steig úr saðli niður, hug hevði hann á vívi: "Eg skal teg við sømdum fáa, jallin taka av lívi."


13. "Drepur tú Hermóð, harra mín, leggur tú tess ráð, svørji tann eið á mína trú, meg skalt tú tó ikki fá."


14. Mjúkar legði hann armarnar um frú Málníðu háls, svørji tann eið á mína trú, har búði ei undir fals.


15. Úti í miðjum grasgarði akslar hann sít skinn, og so búgvin gongur hann tær høgu hallir inn.


16. Og so búgvin gongur hann tær høgu hallir inn, sum Hermóð jallur á borði situr við monnum hundrað fimm.


17. Jallin tók so væl við honum, virðin var til *tess, setir hann so í hásæti, manni sær ínæst.


18. Setir hann so í hásæti, manni sær ínæst, næsta mann hjá sjálvum sær bæði til ker og sess.


19. "Blindur eri eg á mínum eygum, tað eru mínar lastir, meg hevur ikki í fimtan vetur søkt ein slíkur gestur."


20. "Blindur ert tú á tínum eygum, at tú ikki sær, tað er frúgvin Málníða, ið situr tær so nær.


21. "Blindur eri eg á mínum eygum, at eg hana ikke sær, men tað er Kráka kallsdóttir, ið situr mær so nær."


22. Jallin leyp eftir svørðinum, illskan fylti hann brátt, hundrað vá hann á hallargólvi á teirri somu nátt.


23. Hundrað vá hann á hallargólvi av so tungum stríði, hevði hann havt síni bæði eygun, kongur hevði latið lívið.


24. Hundrað vá hann á hallargólvi, so er greint fyri mær, sló so við til Geyta kong, at niður fell hann á knæ.


25. Tað var sjálvur Geyti kongur, sínum svørði brá, hann kleyv sjálvan Hermóð jall sundur í lutir tvá.


26. Sára græt frúgvin Málníða, tann fagrasta rósa reyða, tá ið hon fell í óvit niður, hon sá sín harras deyða.


27. Neyðartók hann frú Málníðu, tí hitt væna vív, flutti hana so til Upplanda, seint lættir orðastríði.


28. Kongurin gár innan høgaloft, eina við hana at telja: "Her er skrúður og skarlak, tað besta tú kannst velja."


29. Kongurin stendur í høgaloft, eina við hana at røða: "Nógv er gullið á Upplondum sjálva teg at gleða."


30. Drukkið varð teirra brúdleypið, gott var teirra lív, gingu bæði í eina song Geyti og hans vív.


31. Tí svaraði Geyti Kongur: "Nú man tað so vera, nú skal lata boðini í Ásgarðar gera.


32. Tú bið hann taka sítt skjøld og svørð ringar og brynju sída, í morgin ríða á viðan vøll, sum Hermóð plagdi at stríða!"


33. Sveinin reið í Ásgarðar, inn á hallargólv: "Geyti vil nú halda stríð og stevnir tygur á hólm."


34. "Slíkt hevur eigin boðið mær innan grøna líð, óspart haldi eg hólmgangar eina so lítla tíð.


35. Slíkt hevur eingin boðið mær innan grøna lund, óspardan haldi eg hólmgangin um eina so lítla stund.


36. Tú bið hann taka sítt skjøld og svørð, ring og brynju síða, í morgin ríða á víðan vøll, sum Hermóð plagdi at stríða!


37. Í morgin ríða á víðan vøll, sum Hermóð plagdi at stríða, har skal hann finna ta avrekskempu, ið honum torir at bíða."


38. Enntá var tann sendisvein, heim í garðin fór, úti sjálvur Geyti kongur fyri honum stóð.


39. "Ver vælkomin, sendisvein, higar nú til mín, hvussu tók Óðin í Ásgørðum við herboðunum tín?"


40. Hann biður teg taka títt svørð og skjøld, ring og brynju síða, í morgin ríða á víðan vøll, sum Hermóð plagdi at stríða."


41. Kongurin eigur eitt sigurker, søgur ganga frá, sá er eingin í verðini, ið honum vinnur á.


42. "Hoyr tað, frúgvin Málníða, tú høtta mínum lívi, lat ikki kerið av hendi á tær, meðan eg eri í stríði!


43. Roðin settist á himmalin upp av tí grimma víggi, Geyti kongur og Óðin sjálvur møttust teir í stríði.


44. Geyti kongur og Óðin sjálvur møttust teir í móti, líka so glymdi á jørðini, sum teir kasta gróti.


45. Teir høgga títt, teir líva lítt, av bar barnagaman, eldar ruku úr svørðunum, tá ið oddar bóru saman.


46. Teir bardust fullar tríggjar dagar, hvørgin sigur vann, inntil tann hin fjórða, ið sól *til viðar rann.


47. Inntil tann hin fjórða, ið sól *til viðar rann, tá møddist Óðin í Ásgørðum, tann hin raska mann.


48. Tað var Óðin í Ásgørðum, fann upp á onnur ráð: "Lata skal Málníðu boðini bera, At Geyti er fallin frá."


49. Sveinar riðu til hallar heim, sviku so tað vívið: "Deyður er Óðin, harri mín, og Geyti er tikin av lívi."


50. Sára græt frúgvin Málníða, tann fagrasta rósa reyða, tá ið hon fell í óvit niður, hon frætti sín harras deyða.


51. Slepti so kerið úr hendi á sær av so grimum hætti, Greyti kendi við sjálvum sær, at møðin at honum setti.


52. Óðin veipar høggini tung, tá ið hann hetta nam, ikki hevði Geyti meira megi enn annar menskur mann.


53. Tað var Óðin í Ásgørðum, upp sítt svørðið brá, síðan kleyv hann hann Geyta kong sundur í lutir tvá.


54. Sára græt frúgvin Málníða, tann fagrasta rósa reyða, tá ið hon fell í óvit niður, hon frætti sín harras deyða.


55. Frúgvin sær við barni gongur níggju mánar taldar, til at teirri stundini leið, hon føðir ein svein so baldan.


56. Sveipar hon hann í klæði væl, tá ið hann kom í heim, Hermóð bað hon nevna tann hin geviliga svein.


57. Sveipar hon hann í klæði væl, komin til góðs og evna, síðan læt hon presti bera, Hermóð biður hon nevna.


58. Hann varð borin frá kirkjuni aftur for móður sín, meira legði hon røkt á hann enn alt sítt gull í skrín.


59. Hann vóks upp hjá síni móður skjótt og ikki leingi, till hann gjørdist í høggum tungur, hann feldi raskar dreingir.


60. Niður settust sveinarnir, vreiðir vóru báðir: "Líkari var tær faðir at hevnt enn berja os so sára."


61. Sveinur kastar skildrinum, lystir ei longur at leika, gongur so til sína sælu móður við reyðar kinnar og bleikar.


62. "Hoyr tað, mín hin sæla móðir, sig mær satt ífrá, varð mín faðir við vápnum vigin, ella doyði hann á strá?"


63. Hon fór eftir skjúrtuni, sum øll var í blóði drigin: "Her skalt tú síggja, mín sæli sonur, hvat tín var faðir í vigin."


64. Hon tekur upp ta skjúrtuna, kastar honum á knæ: "Hetta gav tín hin sæli faðir mær í festarfæ."


65. Hoyr tað, mín hin sæla móðir, sig mær satt ífrá, hvaðan av landi var sá riddari, ið mín faðir vá?"


66. "Eg kann ikki sannari siga tær ífrá, tað var Óðin í Ásgørðum, ið tín faðir vá.


67. Tað var Óðin í Ásgørðum, ið tín faðir vá, tú manst ikki, meðan tú livir, sømdir av honum fá."


68. Sveinur svarar síni móður, alvæl sum hann kundi: "Ofta hevur vaksið ungum hvølpi hvassar tenn í munni."


69. Hermóður so til orða tekur: "Nú má tað so vera, eg skal lata boðini í Ásgarðar gera.


70. Tú bið hann taka sítt svørð og skjøld, ring og brynju síða, í morgin ríða á grønan vøll, sum Hermóð plagdi at stríða!


71. Í morgin ríða á grønan vøll, sum Hermóð plagdi at stríða, har skal hann finna ta avrekskempu, ið honum torir at bíða."


72. Sveinurin reið í Ásgarðar, fagur sum rósan reyða: "Hermóður vil nú halda stríð og hevna sín faðirs deyða."


73. "Slíkt hevur fáur boðið már innan grøna lund, óspart haldi eg hólmgangar um eina so lítla stund."


74. Tað var so hin sendisvein, heim í garðin fór, úti sjálvur Hermóð ungi fyri honum stóð.


75. "Ver vælkomin, sendisvein, higar nú til mín, hvussu tók Óðin í Ásgørðum við herboðunum tínum?"


76. "Slíkt høvdu fáir boðið honum innan grøna lund, óspardan helt hann hólmgangin um eina so lítla stund."


77. Hermóður letur tingið seta, býður til so brátt, býður til Óðin í Ásgørðum bæði dag og nátt.


78. Svaraði Óðin í Ásgørðum, hann klæðist í brynju nýggja: "Glaður skal eg til tinga ríða, ikki undan flýggja."


79. So var Óðin í Ásgørðum til hesar ferðir fús, klæddi seg innan høgaloft alt við eitt kertiljús.


80. Svaraði Óðin í Ásgørðum, ríður fram yvir skógar: "Hvør hevur hetta tingið sett og gjørt várar gangarar móðar?"


81. "Tú tarvt ikki, Óðin í Ásgørðum, røða um gangara tín, eg havi so lítlar bøtur fingið fyri sæla faðir mín."


82. Svaraði Óðin í Ásgørðum, hann bresti sær á skegg: "Tú skalt fáa lambið tað, ið loðið er á legg."


83. Roðin settist á himmalin upp av tí grima víggi, Hermóður ungi og Óðin sjálvur møttust teir í stríði.


84. Hermóður ungi og Óðin sjálvur møttust teir í stríði, so bardust teir langa tíð, at hvørgin annan lívdi.


85. Tað var enntá Hermóð ungi, við sínum svørði brá, hann kleyv Óðin í Ásgørðum sundur í lutir tvá.


86. Fyrst vá hann Óðin í Ásgørðum, so hans hirðir allar, so mátti lítlum sigri rósa. eingin kom heim til hallar.


87. Gyltur var sá saðilin, bokslið út av fleim, so glaður ríður Hermóð ungi til breiða búða heim.


88. Gyltur var sá saðilin, bokslið út av tann, so glaður ríður Hermóð ungi til breiða búða fram.


89. So ríður hann Hermóð ungi við sítt blóðiga svørð, úti stendur móðir hans, hon fagnar væl hans ferð.


90. "Hoyr tú tað nú, Hermóð ungi, hvat ið eg tali til tín, hvat hevur tú í bøtur fingið fyri sæla faðir tín?"


91. "Eg kann ikki sannari siga tær ífrá, deyður er Óðin í Ásgørðum og alt tað lið, hann ár."


92. Síðla var um aftanin, fólkið lysti at sova, so ríður Hermóð í Ásgarðar dóttrina at lova.


93. Inn kemur ein so lítin svein, sigur teim øllum frá: "Eg síggi mann at borgum ríða, mikil í brynju blá.


94. Eg síggi mann at borgum ríða, mikil í brynju blá, ongum manni líkari enn Hermóð at sjá."


95. Tað var Hermóð kongins son, heim í garðin fór, úti Ásla í Ásgørðum fyri honum stóð.


96. "Væl standin I, Ásla í Ásgørðum, vil I lovast mær? Hundrað merkur í reyðargulli vil eg geva tær."


97. Svaraði Ásla í Ásgørðum, stóð í ein kjortil reyð: "Eg verði ikki drottning tín, tú voldi mín faðirs deyð."


98. "Vilt tú ikki verða drottning mín, er tað ikki við tín vilja, eg skal við hesum bitra mæka títt høvur frá búki skilja."


99. Svaraði Ásla í Ásgørðum, tann fagrasta moyin ljósa: "Eg veit ikki mætari mann mær til handa at kjósa."


100. Tað var enntá Hermóð ungi, fell upp á síni knæ, meðan hann Ásla í Ásgørðum til ektar festi sær.


101. Drukkið varð teirra brúdleypið, hirðin var so fegin sum tann fuglur, á viði situr, er móti ljósum degi.


102. Drukkið varð teirra brúdleypið við so mikið geingi, ráddi so fyri Ásgørðum, hann var har kongur leingi.

12 visninger0 kommentarer

Siste innlegg

Se alle

Herr Byrting og alvekvinna, 4. versjon

Oppskrift 1912 av Rikard Berge etter Hæge Findreng, Kviteseid, Telemark. 1. Herrepær, Herrepær sonen min -Til liel liel lonken min - kvi salar du aareleg gangaren din.

Herr Byrting og alvekvinna, 3. versjon

Oppskrift, udatert av Sophus Bugge etter Tone Marteinsdotter, Lårdal, Telemark. 1. Ho klappa på dynni mæ finganne små -Me lindi ber løv - statt upp Libyrtingjen skrei lokur ifr

Herr Byrting og alvekvinna, 2. versjon

Oppskrift 1840-åra av Olav Grasberg etter Olav Glosimot, Seljord, Telemark. 1. Elveqvinda kom seg i Byrtingens Gaard -Mæ Lindi ber Løv - aa Byrting ha sleje si Dyni ilaas.

bottom of page