Af V. U. Hammershaimb. ANTIQUARISK TIDSKRIFT, UDGIVET AF DET KONGELIGE NORDISKE OLDSKRIFT-SELSKAB 1849 – 1851
Vilt tú verða ríkur, skalt tú ganga gomlu trettandu nátt út at sita á kjørbreyt, hvar fýra vegir ganga á kross, og ein av teim skal liggja at kirkjuni. Tú skalt taka grátt kálvskinn og hvassa øksi, leggja skinnið undir teg á breytina, so at halin á skinninum er vendur ímóti kirkjugøtuni, men andlit títt skal venda burtur frá henni. Tú skalt tá setast at brýna øksina, og hvat verður talað til tín, skalt tú ikki siga annað enn: ”Eg kvøki, eg kvøki”; og hvussu leikar um báðar liðir á tær, skalt tú ikki líta upp úr, uttan stara fast niður í øksina; tí annars verður ilt av tær. Fram ímóti miðnátt koma trøllini tysjandi úr øllum ættum, dragsandi gull og dýrar gripir, sum tey laða uttan um teg í stórum dungum og sýna tær, at royna at fáa teg at kveita upp undan; so fara tey at tala til tín, at skelkja og gálva og havast við allar atburðir.
Men hava tey ikki enn fingið teg at hyggja upp úr ella svara teimum aftur, so tríva tey um halan á kálvskinninum, og fara at draga tað burtur; tá ræður um at vera heppin og við øksini høgga halan av aftanfyri bak, tó so at einki skarð kemur í øksina; lukkast hetta, tá ert tú eydnumaður; tí tá hvørva trøllini hvørt í sína ætt, og tú ognast alt gullið og dýrgripirnar; men annars fáa tey makt yvir tær, og tú kemur tá ikki aftur heilur frá hesari ferð.
Comentarios